Tiltakið verður skipað í sambandi við kommunuætlanararbeiðið hjá Klaksvíkar býráði, sum hevur til endamáls at menna visjónir og málsetningar fyri ymisku økini í kommununi.
Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at endamálið við tiltakinum er at kunna um kommunuætlanararbeiðið og at hoyra frá teimum, sum umboða handilslívið í kommununi.
Borgarakanningin frá 2023 vísti, at 69% av teimum 800, sum svaraðu, halda, at handilslívið í Klaksvíkar kommunu er gott.
- Hetta er nøktandi, men eigur støðugt at verða ment, og hesum arbeiðnum eigur kommunan at stuðla undir. Fyri at hetta kann eydnast, er umráðandi, at tætt samband er millum kommununa og vinnuna, so partarnir vita hvør av øðrum.
Umframt kunning um kommunuætlanararbeiðið, sum seinastu tíðina er gjørt á handilsøkinum, verða eisini úrslit frá kanning, sum varð gjørd á handilsøkinum síðst í farna ári, løgd fram týskvøldið í næstu viku.
Klaksvíkar kommuna bjóðar eisini kaffi og lætt ábit, og á tiltakinum verður eisini høvi at seta spurningar og gera viðmerkingar.
- Handilsleiðarar hava fingið innbjóðing til tiltakið, men er onkur, sum ikki hevur fingið innbjóðing, so verður heitt á viðkomandi handilsfyritøku um at seta seg í samband við kommununa umvegis teldupost - áðrenn mánadagin 24. februar.
Lagt verður aftrat, at tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding umvegis kk2040@klaksvik.fo.