Hansina Iversen hevur málað málning til Fríðrik kong

Kongelig Dansk Yachtklub er Danmarks elsta og størsta siglingarfelag, og gjøgnum alla nærum 160 ára langa søguna hjá siglingarfelagnum hava fleiri av landsins regentar verið verjar hjá felagnum.

Í sambandi við trónuskiftið tók Hansara Hátign Fríðrikur Kongur á seg leiklutin sum verji hjá Kongelig Dansk Yachtklub frá Hennara Hátign Margrethu Drotning, og í gjár tók kongur í Frederik VIII’s Palæ ímóti nevndarformanninum í siglingarfelagnum Anne Sofie Munk-Hansen og nevndarlimunum Carl Erik Kjærsgaard.

Til móttøkuna var føroyska myndlistarkvinnan Hansina Iversen, sum hevur málað ein málning til kongin í sambandi við trónuskiftið. 

Í Kongelig Dansk Yachtklub er tað siðvenja, at limirnir í felagnum geva nýggja verjanum ein málning.

 

##med2##

 

##med3##