Hanus Sørensen og liðfelagarnir í NK Celje spældu í dag dyst á útivølli í bestu slovensku fótbóltsdeildini. Dysturin var ímóti Mura.
Dysturin endaði við javnleiki 0-0. Hanus var við frá dystarbyrjan, og hann fekk í dag 67 minuttir á vøllinum.
Celje hevur tapt tveir teir fyrstu dystirnar í bestu slovensku deildini í 2025, og tí var tað gott hjá Hanusi og liðfeløgunum at fáa onkra úrtøku í dag.
Celje er nummar fimm í deildini við 32 stigum. Celje er sjey stig frá triðja plássinum, ið gevur atgongd til evropeiskan fótbólt. Á triðja plássinum hevur Bravo 39 stig.
Komandi hóskvøld klokkan 20 spælir Celje á útivølli seinna Play Off dystin í Conference League móti kýpriotiska liðnum, APOEL. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 2-2. Samlaði vinnarin vinnur seg í áttandapartsfinalurnar.