Hanus Sørensen hevur í dag skrivað søgu. Hann er fyrsti føroyski fótbóltsleikarin, ið hevur spælt ein kappingardyst í bestu slovensku fótbóltsdeildini.
Hanus var við frá dystarbyrjan, tá lið hansara, NK Celje á á heimavølli á Stadion Z´dezele tók móti Bravo.
Fraklendingurin, Logan Delaurier-Chaubet legði Celje á odda í 23. minutti, men minuttin aftaná javnaði Bravo til 1-1. Bravo legði á odda 2-1 níggju minuttir seinni.
Í steðginum vóru Hanus og tveir aðrir liðfelagar skiftir út, og longu í fyrsta minuttinum javnaði kroatiski, Ivan Brnic til 2-2. Tá 76 minuttir vóru leiktir skoraði Bravo tó til 3-2, ið gjørdist sigursmálið í dystinum.
Celje hevði væl fleiri málmøguleikar enn Bravo, og hevði Celje eisini bóltin 63 prosent av tíðini. Men Bravo dugdi betur at taka av møguleikunum teir høvdu.
Celje er nummar fimm í deildini við 31 stigum. Teir hava tvey stig upp til triðja plássið, ið gevur rætt til undankappingardystir í Conference League. Tað er júst Bravo, ið er á triðja plássinum við 33 stigum, so ósigurin í dag kom illa við hjá Hanusi og liðfeløgunum.
Komandi leygardag klokkan 14 hevur Celje heimadyst móti Maribor, ið er næstfremst í deildini, eisini við 33 stigum. Gomlu kenningarnir hjá KÍ, Olimpija Ljubljana eru greitt oddalið við 39 stigum.
##med2##