Hanus var 80 minuttir á vøllinum fyri Celje

NK Celje var aftur fyri tapi á heimavølli í dag

Í dag var Hanus Sørensen 80 minuttir á høgra bakkplássinum hjá NK Celje áðrenn hann var skiftur út.

 

NK Celje var aftur fyri tapi á heimavølli í dag. Í dag tapti Celje 1-2 fyri Maribor. Maribor skoraði miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og aftur tíðliga í seinna hálvleiki. Armandas Kucys fekk minka um munin í 65 minutti, men nærri kom Celje ikki. 

 

Celje hevði bóltin 65 prosent av tíðini, og teir høvdu fleiri málroyndir enn Maribor, men tað sást tíverri ikki aftur á máltalvuni.

 

Celje er við 31 stigum nummar fimm í deildini. Teir hava fimm stig upp til Koper, ið er á triðja plássinum sum gevur rætt til Conference League fótbólt.

 

Hósdagin klokkan 17.45 er stórdystur á skránni hjá Celje. Tá taka teir á heimavølli móti kýpriotiska liðnum, APOEL í Conference League. Returdysturin verður leiktur eina viku seinni. Samlaði vinnarin vinnur seg til áttandapartsfinalurnar í Conference League.