Hanusi Kjølbro greiðir frá um veður og vind

Hann er veðurfrøðingur og skipsførari og hevur starvast í 25 ár sum sjómansskúlalærari. Nú arbeiðir hann á Veðurstovu Føroya

 

Týskvøldið hin 25. februar verður ein áhugaverdur fyrilestur við Hanusi Kjølbro. Fyrilesturin verður hildin í kantnuni á skúlanum á Fossánesi, og lagt verður fyri klokkan 20.

 

Tað er trivnaðarnevndin í Hvannasunds kommunu, sum skipar fyri tiltakinum.

 

- Hanus fer sjálvsagt at greiða frá um verður og vind, har útgangsstøðið verður tikið í økjunum norðanfyri - í Hvannaunds kommunu. Eisini fer hann at greiða frá um veðurstovu Føroya og um, hvørjar uppgávurnar hjá veðurstovuni eru.

 

Hanus Kjølbro er veðurfrøðingur og skipsførari. Hann hevur starvast í 25 ár sum sjómansskúlalærari, og arbeiðir nú á Veðurstovu Føroya. Hann hevur hollan kunnleika um veðurviðurskiftini í Føroyum.