Ísland vann innleiðandi bólk G í HM-endaspælinum í manshondbólti.
Í Zagreb vann Ísland í bólkafinaluni 23-18 á Slovenia. Avrikið í fyrra hálvleiki var serliga gott. Í steðginum vóru íslendingar á odda 14-8.
Viktor Gísli Hallgrímsson stórspældi í íslendska málinum, og var skrásettur fyri 16 bjargingar.
Ísland fekk níggu útvísingar í dystinum. Elliði Snær Viðarsson og Elvar Örn Jónsson fingu báðir tað reyða kortið.
Ísland tekur fýra stig, og Slovenia tekur tvey stig við sær til millumumfarið.
HER ber til frá týsku rásini ZDF at síggja ein samandrátt frá dystinum millum Ísland og Slovenia:
##med2##