Bólkafinalan í bólki F í HM-endaspælinum í manshondbólti endaði við javnleiki.
Svøríki og Spania møttust í Unity Arena Høllini í Bærum uttanfyri Oslo í kvøld, og endaði dysturin við javnleiki 29-29. Svøríki var á odda 16-11 í steðginum. Svøríki var á odda við seks málum eitt skiftið í seinna hálvleiki, men Spania vann seg innaftur í dystin og knógvaði eitt týdningarmikið stig til millumumfarið.
Í hinum dystinum í bólki F skrivaði Chile søgu við at vinna 31-26 (14-11) á Japan. Talan er um fyrstu ferð í søguni, at Chile vinnur seg víðari til millumumfarið.
Svøríki og Spania hava fimm stig hvør. Málmunurin hjá Svøríki er tó tvey mál betri enn tann hjá Svøríki. Chile hevur tvey stig, og Japan endaði aftast við ongum stigi.
Svøríki og Spania taka trý stig við sær til millumumfarið.
Í millumumfarinum vera mótstøðuliðini Portugal, Brasil og Noreg.
Svøríki-Spania 29-29 (16-11)
Toppskjúttar Svøríki: Albin Lagergren 9, Hampus Wanne 7, Felix Möller 5.
Toppskjúttar Spania: Ferran Sole Sala 7, Daniel Dujshebaev 4, Alex Dujshebaev 4, Ian Tarrafeta Serrano 4.
Japan-Chile 26-31 (11-14)
Toppskjúttar Japan: Kota Nakata 6, Tatsuki Yoshino 5, Naoki Fujisaka 4.
Toppskjúttar Chile: Erwin Feuchtmann 9, Francisco Ahumada 7, Esteban Salinas 6.