Soleiðis skrivar Havnar Bóltfelag í morgun.
Kioskin verður opin hvønn týs- og hósdag kl. 14-17. Har kann ein keypa sær okkurt at drekka ella eta. Borðspøl verða løgd fram til tey, sum hava hug at stytta sær stundir.
– Millum hesar HB-ommur og -abbar, sum vera í kioskini, eru nøkur, sum hava uppalt leikarar, ið hava spælt barna-, ungdóms- og vaksnamannafótbólt í felagnum. Ja, summi av teirra vaksnu børnum spæla enntá fótbólt enn. Tey hava í nógv ár fylgt við HB. So hvør veit, kanska tey hava nakrar góðar søgur ella góð ráð til børnini ella foreldrini, sum koma inn á gólvið. Foreldur og onnur, tit eru eisini vælkomin ein túr at heilsa uppá, skrivar felagið.
– Um onkur annar av viðhaldsfólkum okkara heldur, at hetta er júst nakað tey vilja hjálpa felagnum við, so er at seta seg í samband við limir í ungdómsnevndini, sum er mannað við Róki av Fløtum Jespersen, Sigmundi Mikkelsen og Allan Nolsøe, skrivar HB.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##