HB skiftir aftur málverja

ÍF hevur ikki mist vónina um, at tað fer at eydnast at vinna fulla úrtøku

HB hópurin er í dag í Fuglafirði, har fyrsta bríksl verður klokkan 17. Fokus er at vinna fulla úrtøku og varðveita pressið á Víkingi. Týskvøldið var tað sera stórt vónbrot hjá sigursvanda felagnum í Gundadali, tá ið tað í Runavík endaði við 3-2 tapi. Nú skulu onnur úrslit spæla uppaftur meiri við, um tað skal eydnast HB at vinna FM.

 

Í bakspeglinum er lætt hjá teimum í HB at staðfesta, at møguleikin fyri øðrvísi úrsliti í Runavík hevði verið góður, um tríggir lyklaspælarar høvdu verið tøkir. Her verður hugsað um málverjan Teit Matras Gestsson, sum var skaddur, vongverjan Mathias Voss sum var leikbannaður og ikki minst Áka D. Samuelsen, toppskjúttan hjá HB, sum er skaddur.

 

Rasmus Nilsson var málverji, og Heðin Hansen var í miðverjuni. Felags fyri teir báðar er, at teir hava spælt heilt lítið. Teir eiga fáar minuttir á besta liðnum, og teir hava ikki spælt á næstbesta liðnum.

 

Í dag verður Teitur Matras Gestsson aftur í HB málinum, og eftir leikbann týskvøldið verður Mathias Voss aftur á vongverjanum í høgru. Áki D. Samuelsen og Bartal Wardum eru framvegis skaddir.

 

ÍF hevur ikki vunnið í ár, men Ólavur Larsen og hansara menn royna at varðveita góðan hugburð. Skaðalistin er framvegis langur: Tóri Nolsøe Olsen hevur brotið skinnabeinið, Dánjal á Lakjuni er darvaður av vøddaskaða, Markus á Lakjuni hevur brotið armin, og Bergur Jacobsen er skaddur í knænum.

 

ÍF – HB: Rúni Olsen kl. 17.00.