Heilsuhjálparar hava fulla undirtøku frá limunum

Nevndin í Heilsuhjálparfelag Føroya fekk fulla undirtøku frá limunum, tá felagið hevði aðalfund á Hotel Føroyum leygardagin.

Yvirlýsing frá Heilsuhjálparafelag Føroya:

Aðalfundurin samtykti somuleiðis, at felagið kann fara í arbeiðssteðg, um samráðingarnar ikki bera á mál.

Aðalfundurin var merktur av støðuni í sáttmálasamráðingunum, har felagið komandi týsdag fer undir nýggja semingsroynd á Hotel Føroyum.

Forkvinnan greiddi limunum sum  vóru møttir á fundinum,  um samráðingarnar og gongdina higartil. M.a. greiddi hon frá stóru avbjóðingunum við, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið krevur skerjing í verkfalsrættinum, í býti fyri at felagið fær ta endurgjald fyri óvanligu høgu inflasjónina, ið onnur feløg fingu endurgjald fyri í 2022. Her var breið semja um, at verkfalsrætturin ikki skal avreiðast.

Sambært grein 10, stk. 3 í viðtøkum felagsins, skal limafundur til, fyri at felagið kann lýsa arbeiðssteðg. Tí legði nevndin fram uppskot um, at nevndin fær heimild at lýsa arbeiðssteðg, um samráðingarnar ikki bera á mál.

Tað er tí við stórari undirtøku frá limunum, at Heilsuhjálparafelag Føroya fer aftur til samráðingarborðið týsdagin.

Heilsuhjálparafelag Føroya