Í dag byrjar eitt rættarmál í Týsklandi, har eitt heilsustarvsfólk er ákært fyri at hava dripið níggju sjúklingar.
Hendingarnar snúgva seg um, at sjúklingarnir eru dripnir við yvirdosis.
Umframt níggju dráp, sigur ákæruritið, at talan eisini er um tilsamans 34 drápsroyndir.
Ákæruvaldið heldur, at brotsverkini eru framd yvir eitt hálvt ár millum desember 2023 og mai 2024.
Sambært ákæruritinum gav 44 ára gamla heilsustarvsfólkið sissandi heilivág saman við pínulinnandi í samband við palliativa viðgerð.
Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.