Heimildin at byrja at byggja kirkju er ikki í lagi 

- Nú vísir innlit, at kirkjuráðið hevur ikki fingið endaligt loyvi at byggja kirkjuna, hóast tað varð boðað frá fyrst í árinum, at arbeiðið skuldi byrja 6. mars

 

 

Tíðindaskriv

 

Kirkjuráðið á Argjum hevur ikki fingið endaligt loyvi frá Almanna –og Mentamálaráðnum at fara undir at byggja kirkju við Sandá. Tað fekk kirkjuráðið greitt at vita í november í fjør, og loyvi er enn ikki givið, verður upplýst í Almanna –og Mentamálaráðnum.

Kirkjuráðið hevur annars boðað frá, at farið verður undir at grava út tann 6. mars, og at sáttmáli er gjørdur við byggivirkið Kanjon um at byggja kirkjuna.

Kirkjuráðið á Argjum fekk í november heimild frá Almanna- og Mentamálaráðnum at bjóða út arbeiðið at byggja eina kirkju við Sandá, men ikki at gera bindandi sáttmála.

Hetta sæst í innliti, sum áhugabólkurin “Varðveitið Fríøkið við Sandá” hevur fingið.

Ikki endaligt loyvi

Tað var tann 28. november í fjør, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í kirkjumálum, gjørdi kirkjuráðnum greitt: 

“Eg skal gera vart við, at við hesum skrivi er endalig støða ikki tikin til at geva endaligt loyvi at fara undir byggingina.”Og landsstýriskvinnan er varin og staðfestir: 

“Um eg fái tilmæli frá Stiftsstjórnini til tess, sum eisini vísir passaliga tryggan leist at fíggja verkætlanina alla eftir, fari eg eftir ummæli frá Landsverk at taka støðu til at geva endaligt loyvi at fara undir byggingina”.

 

Sáttmáli við Kanjon

Hóast greiðu boðini í skrivinum frá Almanna- og Mentanmálaráðnum boðaði kirkjuráðið alment frá tann 7. januar, at ráðið hevði gjørt sáttmála við Kanjon um at byggja kirkjuna. Eisini varð upplýst, at farið verður undir at grava út tann 6. mars. Við meirvirðisgjaldi er mett, at kirkjan kostar stívliga 100 mill.kr.

Eftir at Tórshavnar býráð samtykti at geva byggiloyvi 29. februar í fjør, kærdu fleiri húski í grannalagnum, har kirkjan skal byggjast, byggiloyvið. Orsøkin var, at tey vóru ikki partshoyrd eftir fyrisitingarlógini.

Tann 13. februar gav Kærustovnur Føroya grannunum viðhald, og boðaði frá, at stovnurin afturvísti málið til nýggja viðgerð í Tórshavnar kommunu. Tað merkir, at kommunan skal partshoyra grannarnar og henda partshoyring fer fram nú.

- Nú vísir innlit, at kirkjuráðið hevur ikki fingið endaligt loyvi at byggja kirkjuna, hóast tað varð boðað frá fyrst í árinum, at arbeiðið skuldi byrja 6. mars. Hetta gevur býráðnum eitt gott høvi at taka málið um kirkjuna upp aftur og bjarga fríøkinum við Sandá, sigur áhugabólkurin Varðveitið fríøkið við Sandá.

 

##med2##