Her er hópurin hjá THW Kiel

23. august spælir Kiel fyrsta kappingardystin hetta kappingarárið

Liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel ætlar at vinna týska meistaraheitið aftur aftaná tvær miseydnaðar royndir tvey tey seinastu kappingarárini.

 

Kiel hevur vunnið týska meistaraheitið 23 ferðir, og nú fara teir eftir nummar 24.

 

23. august er fyrsti kappingardysturin á skránni hetta kappingarárið. Tá spælir Kiel sum steypavinnari Super Cup dyst í München móti meistarunum, Füchse Berlin, ið hevur Hákun West av Teigum á liðnum. 

 

HER er hópurin hjá THW Kiel til komandi kappingarár:

 

Nr.Navn FøddurSáttmála til: 
1Gonzalo Perez de VargasMálverji19912029
12Leon NowottnyMálverji20052026
33Andreas WolffMálverji 19912028
23Rune DahmkeVinstri vongur19932026
7Magnus Landin JacobsenVinstri vongur19952026
24Lukas ZerbeHøgri vongur19962027
91Bence ImreHøgri vongur20022026
21Eric JohanssonVinstri bakkur20002028
4Domagoj DuvnjakVinstri bakkur19882026
53Mykola BilykSpælskipari19962026
71Elias Ellefsen á SkipagøtuSpælskipari20022027
22Rasmus AnkermannSpælskipari 20072027
6Harald ReinkindHøgri bakkur19922027
45Emil Wernsdorf MadsenHøgri bakkur20012028
15Jesse DahmkeHøgri bakkur 20042026
11Petter ØverbyStrikuspælari19922026
20Lukas LaubeStrikuspælari20002027
61Hendrik PekelerStrikuspælari19912026
93Veron NacinovicStrikuspælari20002028
 Filip JichaHøvuðsvenjari19822026