Komandi summar verður HM fyri felagslið í fótbólti hjá monnum í USA. Kappingin byrjar 15. juni og endar 13. juli. "FIFA Club World Cup" verður kappingin nevnd.
32 felagslið fara at kappast í átta innleiðandi bólkum. Tvey tey fremstu liðini í hvørjum bólki vinna seg víðari til áttandapartsfinalur. Eftir tað vera fjórðingsfinalur, hálvfinalur og finala.
Til HM fyri felagslið hevur FIFA droppað bronsudystin.
Kappingin verður avgreidd í hesum vertsbýum og leikvøllum:
- Mercedes-Benz Stadium, Atlanta
- TQL Stadium, Cincinnati
- Bank of America Stadium, Charlotte
- Rose Bowl Stadium, Los Angeles
- Hard Rock Stadium, Miami
- GEODIS Park, Nashville
- MetLife Stadium, New York/New Jersey
- Camping World Stadium, Orlando
- Inter&Co Stadium, Orlando
- Lincoln Financial Field, Philadelphia
- Lumen Field, Seattle
- Audi Field, Washington D.C.
Hesi 32 liðini skulu kappast í HM fyri felagslið:
- Al Ahly (Egyptaland), CAF Champions League-meistari 2021, 2023, 2024
- Wydad Casablanca (Marokko), CAF Champions League-meistari 2022
- ES Tunis (Tunesia), CAF
- Mamelodi Sundowns (Suðurafrika), CAF
- Al Hilal (Saudiarabia), AFC Champions League-meistari 2021
- Urawa Red Diamonds (Japan), AFC Champions League-meistari 2022
- Al Ain (Sameindu Emirríkini), AFC Champions League-meistari 2023
- Ulsan FC (Suðurkorea), AFC
- Chelsea (Ongland), Uefa Champions League-meistari 2021
- Real Madrid (Spania), Uefa Champions League-meistari 2022, 2024
- Manchester City (Ongland), Uefa Champions League-meistari 2023
- Bayern München (Týskland), UEFA
- Paris Saint-Germain (Frakland), UEFA
- Inter (Italia), UEFA
- Porto (Portugal), UEFA
- Benfica (Portugal), UEFA
- Borussia Dortmund (Týskland), UEFA
- Juventus (Italia), UEFA
- Atlético Madrid (Spania), UEFA
- RB Salzburg (Eysturríki), UEFA
- Monterrey (Meksiko); Concacaf Champions Cup-meistari 2021
- Seattle Sounders (USA), Concacaf Champions Cup-meistari 2022
- Club Leon (Meksiko), Concacaf Champions Cup-meistari 2023
- Pachuca (Meksiko), Concacaf Champions Cup-meistari 2024
- Auckland City (Ný Sæland), OFC
- Palmeiras (Brasil), Conmebol Libertadores-meistari 2021
- Flamengo (Brasil), Conmebol Libertadores-meistari 2022
- Fluminense (Brasil), Conmebol Libertadores-meistari 2023
- River Plate (Argentina), Conmebol
- Boca Juniors (Argentina), Comnebol
- Inter Miami (USA), vertstjóðspláss
- Atletico Mineiro (Brasil) ella Botafogo (Brasil) - Conmebol Libertadores-meistari 2024 (Finalan verður leikt 30. november)