Liðið hjá Adrian R. Justinussen og Daniel Johansen, Hillerød vann í dag ein flottan sigur í einum venjingardysti á útivølli.
Hillerød spældi dyst á útivølli móti gamla liðnum hjá Brandi H. Olsen og Viljormi Davidsen, Helsingborg, ið spælir í næstbestu svensku fótbóltsdeildini.
Tað eydnaðist Hillerød at vinna dystin 3-2.
Helsingborg legði seg á odda 1-0 í 20. minutti, men 10 minuttir seinni javnaði Monday Etim til 1-1. Beint undan steðginum legði Cornelius Allen Hillerød á odda 2-1, og fýra minuttir áðrenn vanliga leiktíðin var farin økti Mathias Veltz til 3-1. Helsingborg megnaði bert at svara aftur eina ferð, og so kundi føroyingaliðið fegnast um ein góðan sigur á útivølli.
Komandi leygardag spælir Hillerød venjingardyst á útivølli móti Silkeborg, ið spælir í superliguni.
Hillerød spælir fyrsta kappingardystin mánakvøldið 21. februar. Tá kemur oddaliðið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, OB á vitjan.
Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Wisla Plock spældu í dag venjingardyst móti bosniska liðnum, Velez Mostar.
Lukasz Sekulski legði Wisla á odda við einum brotssparki í 68. minutti. Fimm minuttir seinni javnaði Mostar til 1-1.
Komandi mikumorgun spælir Wisla venjingardyst móti ukrainska liðnum, Oleksandriya.
Wisla spælir fyrsta kappingardystin 16. februar. Tá kemur Glogow á vitjan í dysti í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini.
##med2##