Temað fyri hesa uppboðsøluna var “Kvinnur í listini: Danmark 1850-1950 og modernaða list”, og hóast eingin føroyska listakvinna var umboðað á skránni, vóru heili seks málningar eftir Sámali Joensen-Mikines og ein eftir Ingálvi av Reyni seldir.
Tilsamans vórðu málningarnir seldir fyri 475.000 kr, og afturat prísinum skal keyparin eisini rinda 30 prosent í ómaksgjaldi til uppboðsøluhúsið og góð seks prosent í upphavsrættargjaldi, sum fer til listafólki ella eftirkomarnar.
Tað vil siga, at um vit leggja 36 prosent afturat boðunum, so er samlaði kostnaðurin fyri øll verkini gott 647.000 kr.
- Sámal Joensen-Mikines (69×84 cm): Myndevni úr Tórshavn, útsýn á Nólsoysarfjørð 1935.
- Mettur til 80-100-000 kr, seldur fyri 85.000 kr
- Sámal Joensen-Mikines (60×70 cm): Myndevni úr Fugloy 1933.
- Mettur til 50-60-000 kr, seldur fyri 60.000 kr
- Sámal Joensen-Mikines (85×110 cm): Myndevni úr Mykineshólmi.
- Mettur til 50-60-000 kr, seldur fyri 80.000 kr
- Sámal Joensen-Mikines (65×80 cm): Grindadráp 1971..
- Mettur til 30-40-000 kr, seldur fyri 75.000 kr
- Sámal Joensen-Mikines (81×100 cm): Myndevni av Skálafjørðinum.
- Mettur til 75.000 kr, seldur fyri 70.000 kr
- Sámal Joensen-Mikines (85×100 cm): málaður í 1962.
- Mettur til 30-40.000 kr, seldur fyri 55.000 kr
- Ingálvur av Reyni (85×110 cm): Myndevni úr Tórshavn í 1971.
- Mettur til 20-30.000 kr, seldur fyri 50.000 kr
##med2##
##med3##