HM undankappingin: Ongland, Pólland og Bosnia hava fullan pott

Her eru úrslitini og málskjúttarnir í HM-undankappingardystinum, ið vóru spældir mánakvøldið

Mynd: Ritzau Scanpix

Mánakvøldið vóru seks HM-undankappingardystir leiktir kring Evropa. 

 

Í bólki K helt Ongland HM-kósina við enn einum sigri á heimavølli. Hesaferð á Lettlandi.

 

Í bólki G hevur Pólland eisini seks stig fyri tveir dystir, meðan Finnland í sama bólki mátti taka til takkar við javnleiki móti Litava.

 

Í bólki H hevur Bosnia Hersegovina eisini fult stigatal aftaná tveir dystir.

 

Úrslit og málskjúttar:

 

Bólkur K: 

 

Ongland-Lettland 3-0 (1-0)

1-0 Reece James ('38 )

2-0 Harry Kane ('68 )

3-0 Eberechi Eze ('76 )

 

Albania-Andorra 3-0 (2-0)

1-0 Rey Manaj ('9 )

2-0 Rey Manaj ('19 )

3-0 Myrto Uzuni ('90 )

 

Ongland hevur seks stig. Albania og Lettland hava trý stig hvør. Serbia og Andorra hava einki stig. Serbia hevur tó enn ikki spælt ein dyst í bólkinum.

 

Bólkur G:

 

Pólland-Malta 2-0 (1-0)

1-0 Karol Swiderski ('27 )

2-0 Karol Swiderski ('51 )

 

Litava-Finnland 2-2 (1-2)

0-1 Kaan Kairinen ('4 )

0-2 Joel Pohjanpalo, br. ('17 )

1-2 Armandas Kucys ('39 )

2-2 Gvidas Gineitis ('69 )

 

Pólland hevur seks stig. Finnland hevur fýra stig, og Litava hevur eitt stig. Niðurlond og Malta hava einki stig. Niðurlond hava tó enn ikki spælt ein dyst í bólkinum.

 

Bólkur H:

 

Bosnia Herzsegovina-Kýpros 2-1 (1-1)

1-0 Ermedin Demirovic ('22 )

1-1 Ioannis Pittas ('45 )

2-1 Haris Hajradinovic ('57 )

 

San Marino-Rumenia

0-1 sjálvmál ('6 )

0-2 Mihai Popescu ('44 )

0-3 Razvan Marin, br. ('55 )

1-3 Samuele Zannoni ('67 )

1-4 Ianis Hagi, br. ('75 )

1-5 Denis Alibec ('90 )

 

Bosnia Hersegovina hevur seks stig. Rumenia og Kýpros hava trý stig hvør, og San Marino og Eysturríki hava einki stig. Eysturríki hevur tó enn ikki spælt nakran dyst í bólkinum. 

 

 

 


 

 

Mynd: Ritzau Scanpix