HØJ fekk bert javnleik í tí útsetta dystinum

Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í HØJ eru tvey stig frammanfyri Aarhus

Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í HØJ spældu mikukvøldið ein útsettan dyst í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Dysturin var á heimavølli í Ølstykke móti Lemvig-Thyborøn. Dysturin endaði við javnleiki 36-36. Ùtiliðið javnaði til 36-36 við 18 sekundum eftir á klokkuni. Í steðginum var Lemvig-Thyborøn á odda 20-19.

 

HØJ er oddalið við 35 stigum. Teir eru tvey stig frammanfyri liðnum hjá Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh, Aarhus sum hevur 33 stig. Fjórðfremst er Skive við 31 stigum. Øll liðini hava nú leikt 19 dystir.

 

Leygardagin hevur HØJ útidyst móti Rækker Mølle, meðan Aarhus hevur heimadyst móti Midtjyllandi. Bert liðið sum endar ovast aftaná lokið grundspæl flytur beinleiðis upp í bestu deildina. Nummar tvey og trý mugu spæla uppflytingardystir.