Í løtuni eru trý partrolarapør úti og fiska upsa, og væntandi er, at okkurt parið aftrat loysir í næstum. Umframt upsaskipini, fiska eisini tvey partrolarapør gulllaks.
- Av djúpvatnstrolarunum er ein á Íslandsrygginum og fiskar tosk, ein fiskar upsa, og síðan er ein djúpvatnstrolari í bretskum sjógvi og fiskar svartkalva.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at ein djúpvatnstrolari kemur inn at landa síðst í næstu viku, og hin triði landar helst í aðru viku.
Um smáu trolbátarnar verður sagt soleiðis:
- Fýra eru norðanfyri og fiska mest av toski, hýsu og flatfiski. Teir koma inn at landa miðskeiðis ella síðst í næstu viku.
Lagt verður aftrat, at trolbátarnir fáa mest av toski, hýsu og so nakað av upsa og flatfiski.
At enda verður sagt, at trý garnaskip fiska svartkalva, og skipini hava brúkiligan fiskiskap. Tey koma øll inn at landa í næstu viku.
- Eitt garnaskip fiskar havtasku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.