Landsliðsleikarin, Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens spældu í kvøld dyst á heimavølli móti Skanderborg, ið mátti klára seg uttan Súnu K. Hansen.
Í Forum-høllini eydnaðist tað Horsens at vinna 27-23 á Skanderborg. Tað lá serliga væl fyri hjá Horsens í fyrra hálvleiki, og í steðginum var heimaliðið greitt á odda 17-11.
Maria skoraði trý mál, legði upp til tvey mál (assist), og hon vann liðnum tvey brotskøst. Sambært hagtølunum var Maria tann mest effektivi leikarin hjá Horsens.
Horsens er á áttanda plássinum við 12 stigum, og liggur sostatt á einum endaspælsplássi.
Liðið hjá landsliðsmálverjanum, Rakul Wardum, Ringkøbing tapti á heimavølli tepurt 25-26 fyri Ikast-Herning. Í steðginum stóð á jøvnum 12-12.
Rakul slapp tíverri ikki so nógv upp í part í kvøld. Men hon megnaði so at bjarga einum brotskasti.
Ringkøbing er nummar 11 í deildini við níggju stigum.