- Nú er gongd sett á nýggja trivnaðarøkið í Hósvík.
Tað vita tey í Sunda kommunu at siga í dag.
Nýggja trivnaðarøkið verður við vøllin og kemur at binda vøllin saman við nýggju stóru takterassuni, skúlanum og økinum við dagstovnin í bygdini.
Í Sunda kommunu vísa tey á, at trivnaðarøkið hevur verið í útboðið, og fyritøkan Grønt & Grátt kemur at standa fyri arbeiðnum.
- Arbeiðið er byrjað, og nýggja trivnaðarøkið í Hósvík verður eftir ætlan latið kommununi seinni í ár, verður lagt aftrat.