Føroyingaliðini í týsku bundesliguni fingu bert eitt stig í dag.
Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin leiktu á útivølli javnt 25-25 móti Lemgo. Í steðginum var støðan javnleikur 12-12.
Hákun skoraði trý mál upp á fýra málroyndir, og hann legði eisini upp til eitt mál.
Füchse Berlin er nummar trý í deildini við 29 stigum. Teir eru eitt stig aftanfyri liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf, og trý stig aftanfyri oddaliðið, Melsungen, ið hevur 32 stig.
Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel taptu á útivølli 25-27 fyri Wetzlar, ið var á odda 13-12 í steðginum. Till Klimpke í Wetzlar-málinum hevði 17 bjargingar, og tað kostaði Kiel at brenna so nógvar møguleikar. Elias skoraði fimm mál upp á níggju málroyndir.
Kiel er nummar fimm í deildini við 28 stigum.
Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt vunnu ígjár á heimavølli 35-30 (16-14) á Gummersbach. Jóhan skoraði fýra mál upp á fimm málroyndir.
Flensburg er nummar fýra í deildini við 28 stigum. So teir tríggir hoyvíkingarnir og havnarmaðurin eru allir við í meistaraskapsstríðnum.