Higartil er ikki nógv frætt frá fundinum í Saudia Arabia millum uttanríkisráðharrarnar í USA og Russlandi, Marco Rubio og Sergej Lavrov.
Men, eftir fundin visti russiski uttanríkisráðharrin at siga, at londini vóru samd um at skapa grundarlag fyri at endurbyggja samstarvið millum londini aftur.
Og Sergej Lavrov brúkti enntá orðini - at byggja hetta samstarv uppaftur "fullkomiliga", sum hann málbar seg.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, hevur í dag eisini sagt, at friður í Ukraina fer at gera tað møguligt at byggja upp eitt gott samstarv millum USA og Russland.
Eftir samráðingarfundin hevur russiski uttanríkisráðharrin eisini sagt, at USA hevur fingið at vita, at Russland fer ikki at góðtaka, at Nato-herfólk verða send til Ukraina.
Tað er Reuters, sum ber hesi tíðindi í dag - tó, at her verður lítið ítøkiligt sagt um, hvat kom burtur úr samráðingarfundinum í Riyadh í Saudi Arabia í dag.