Tá landsstýrisfólk fáa fyrispurningar frá løgtingsfólkum, so eiga tey at svara – altso VERULIGA svara
Tann 13. januar setti eg Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni, ein sonevndan “grein 52a fyrispurning” um valevnislistar til kommunuval. Talan var um tríggjar spurningar:
Hvat er endamálið við at hava mark fyri, hvussu nógv valevni kunnu standa á sama lista til kommunuval?
Ætlar landsstýrismaðurin at arbeiða fyri at broyta hetta?
Hvussu heldur landsstýrismaðurin, at kommunuvalið í 2024 gekk í síni heild?
Orsøkin til fyrispurningin var, at vit hava fyri kortum havt kommunuval, og sambært lógini um val til kommunur kann ein valevnislisti í mesta lagi hava 4 valevni fleiri enn samlaða talið av bý- ella bygdaráðslimum, sum skulu veljast. Hetta hevur við sær, at um talið av valevnum fer upp um hetta markið, so er neyðugt at gera fleiri listar.
Men valevnini á listunum hava í nógvum førum einki annað til felags enn bara tað, at tey standa á sama lista. Tí sóu vit eftir seinasta kommunuval, at kommunustýri skipaðu seg ella vóru nær við at skipa seg soleiðis, at onkur á einum lista var við í meiriluta saman við øðrum listum, meðan onkur annar á sama lista var í minniluta. Tí spurdi eg, hvat endamálið er við at hava mark fyri, hvussu nógv valevni kunnu standa á sama lista.
Eisini vísti eg á, at síðani kommunuvalið í november hava søgur verið í fjølmiðlunum um, at á onkrum valstaði manglaðu atkvøðuseðlar, onkrastaðni varð kært til kommunala eftirlitið, og eisini var dømi um, at meldað varð til løgregluna um valsvik. Tí spurdi eg, hvussu landsstýrismaðurin helt, at valið gekk.
Eg veit ikki um landsstýrismaðurin ella embætisfólk hansara hava gloymt spurningin, sum sambært tingskipanini skuldi svarast í seinasta lagi fríggjadagin. Men har kom einki svar.
Mánamorgunin fekk eg eitt svar, sum var sent við telduposti til Løgtingsskrivstovuna fríggjakvøldið klokkan 9:02. Við góðum 7 reglum vórðu allir tríggir spurningarnir svaraðir – ella satt at siga líktist tað meira setningum, skrivaðir í skundi, fyri at sleppa frá at koma við veruligum svarum.
Til spurning eitt og tvey var svarið, at endamálið er HELST (!) at tryggja fólkaræðisligan dynamikk við at eggja til fleiri listar. – Altso eitt git (!) og so varð lagt afturat, at í viðmerkingunum til kommunuvallógina verður ásetingin ikki neyvari viðgjørd.
Lagt verður síðani afturat, at atlitini hjá spyrjaranum eru viðkomandi at taka við í viðgerðina, um farið verður undir at eftirhyggja kommunuvallógina, men eingin ætlan er um tað í løtuni.
Til spurningin um, hvussu landsstýrismaðurin heldur, at valið gekk í síni heild verður svarað, at Løgmálaráðið metir, at kommunuvalið sum heild gekk væl, og í tí sambandi verður víst á, at øll bý-og bygdaráð vórðu mannað (!) – Ja fyrr var illa!
Og so verður lagt afturat: “Løgmálaráðið gjørdi eina kommunu varuga við, at valið ikki varð farið rætt fram sambært kommunuvallógini, og løgreglan viðger eitt mál um møguligt valsvik.” – Ja so væl gekk tað! Eg hoyrdi annars okkurt um, at á onkrum staði manglaðu atkvøðuseðlar, men tað er skjótt at gloyma í eini skjótari vending eitt fríggjakvøld.
Eg eri ikki nøgdur við, at fyrispurningar verða svaraðir soleiðis, og tí fari eg at royna at seta spurningin aftur, næstu ferð tá munnligir fyrispurningar eru fyri í Løgtinginum. So kann landsstýrismaðurin sjálvur sleppa at lesa svarini upp – sum tá, vónandi, verða meira útgreinaði enn hesaferð.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður