Føroyskt stríð um Holocaust-dagin

Amnesty hevur tikið seg úr Holocaustdegnum hjá Námi, sum er í dag

Frá holocaust-degnum í fjør, sum varð hildin í Vestmanna skúla

Ósemja er um holocaust-dagin, sum Nám skipar fyri á sætta sinni í dag. 

Ætlanin var, at ein samrøða skuldi vera um nýggju bókina hjá Marjuni Syderbø Kjelnes

– Tá ið Amnesty Føroyar 15. januar fekk boð av Námi um, at samrøðan við Marjuna Syderbø Kjelnæs um bókina Marta Marta skuldi takast av skrá, valdu vit at trekkja okkum sum viðfyriskiparar av minnisdegnum, sigur Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari í Amnesty International Føroyar, í samrøðu við Dimmalætting.

Amnesty Føroyar hava annars verið við øll árini. Víðari sigur hon við Dimmalætting:

– Vit hava verið ógvuliga glað fyri at vera partur av einum so týdningarmiklum degi og endamáli. Amnesty Føroyar heldur ikki, at vit á slíkum degi kunnu lata vera við at nevna Gasa á onkran hátt. Vit undrast á, hví so er, og halda, at tað er í stríð við endamálið við degnum.

Sambært aðalskrivaranum var ætlanin við samrøðuni ikki at staðfesta, at Ísrael fremur fólkamorð móti palestinum í Gasa, men skuldi snúgva seg um sjálva bókina og ymisk viðurskifti, bókin viðgerð. Millum annað at vera í kibbuz og ta polarisering, sum stríðið hevur við sær - eisini her í Føroyum.

Lesið greinina í Dimmalætting við at trýsta her

Sambært tíðindaskrivi, sum Ólavur í Geil, stjóri í Advent Management, hevur sent miðlunum um Altjóða Holocaustdagin, so er talan um tann sætta av sínum slag, síðan dagurin við løgtingslóg varð ásettur í 2017. Tað er Nám, sum samskipar holocaustdagin, og samskipari er Ólavur í Geil.

 

 

Frá holocaust-degnum í fjør, sum varð hildin í Vestmanna skúla