Tíðindaskriv:
Jerrold frá Hwarang Føroyar, Norðurlenskur Junior meistari í -45 kg til Nordic Taekwondo Championship 2025 í Oslo.
Jerrold kempaði ein fantastiskan dyst og vann bæði á Norra, Svøríki og Danmark.
Stefan J. Mifsud vann seg í finaluna í -45 kg Kadet og mátti lúta fyri letlenska meistarinum, ið hevði fingið loyvi at luttaka til kappingina. Stefan vann tíðskil silvurheiðursmerki.
Jónar K. Poulsen luttók hóast sín unga aldur til -41 kg Kadet. Mótstøðan var hørð og hevði nógvar royndir, men Jónar kempaði væl. Jónar vann bronsuheiðursmerki.
Artur Helgason Højgaard luttók í - 63 kg junior. Artur møtti einum royndum kempara í fyrsta umfari og kom ikki víðari.
Allir fýra íðkarnir frá Hwarang Føroyar mugu av landinum fyri at sleppa at kempa, og tíðskil er hesin túrur sera læruríkur og gevur trúgv uppá fleiri heiðursmerkir í framtíðini.
Føroysku heiðursmerkini:
- Jerrold Balagasay vann gull í -45 kg Junior
- Stefan J. Mifsud vann silvur í - 45 kg Kadet
- Jónar Kristiansson Poulsen vann bronsu í - 41 kg Kadet
##med2##
##med3##
##med4##