Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár?
- Nýggjárið byrjar við nýggjársbrunsj í Klaksvík heima hjá mammu og babba saman við mínum fýra systkjum við familju. Kvøldið verður hildið heima hjá okkum sjálvum í Havn.
Tað sigur Sóley Heradóttir Hammer.
Hon vísir á, at seinastu árini hava tey etið sushi nýggjársaftan, so tað er mest sum blivið ein siðvenja nú.
- Á midnátt standa vit úti á altanini við sjampanju og góðum útsýni yvir Havnina og hyggja at fýrverkinum. Sjálv dámar mær ikki at skjóta fýrverk, men eg kann strekkja meg til nakrar stjørnukastarar, sigur hon brosandi.
Hvat var tað besta, sum hendi í 2024?
- Alt í alt var 2024 eitt gott og hendingaríkt ár við nógvum góðum upplivingum, bæði saman við familjuni og vinfólkum. Hæddarpunktið var, tá yngra dóttirin fekk húgvuna í summar. Í yrkislívinum var hæddarpunktið, at altjóða tiltakið TONIK, sum vit í Hugskotinum hava ment og skipað fyri saman við øðrum góðum fólkum, eydnaðist so væl.
##med2##
Og hvat var tað keðiligasta?
- Tað er altíð tungt og sorgfult at missa, og tíverri gjørdist 2024 eitt ár, har vit mistu fleiri av okkara kæru í familjuni.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2025?
- Við árunum kennist tað, sum tíðin gongur skjótari og skjótari, men eg vóni, at 2025 verður árið, har eg fari at minnast at vera meiri nærverandi og njóta smáu løturnar.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Nei, tað plagi eg ikki. Nýggjárslyftir snúgva seg ofta um at broyta vanar, og fyri meg hevur tað riggað betur at broyta vanar á annan hátt enn í sambandi við nýggjárið, sigur Sóley Heradóttir Hammer.