ÍF er føroyameistari í flogbólti fyri dreingir 12

ÍF - Ternan: 2 - 0 (25-16, 28-26)

Síðsti FM-finalu dystur fyri yngru deildirnar á hesum sinni er nú leiktur í Trongisvági, og harvið er kappingarárið 2022/2023 liðugt fyri hesar deildirnar.

 

ÍF setti punktum við at vinna 2-0 á Ternuni í kappingini fyri dreingir 12.

 

Í 1. settið fylgdust liðini nakað uppeftir, men móti endanum setti ÍF trumf á og legði seg langt framum og vann settið sannførandi.

 

Í 2. settið fylgdust liðini allan vegin og Ternan byrjaði at hava sett bólt, men ÍF kom aftur og vann settið 28-26 og harvið eisini føroyameistaraheitð. 

 

Dagsins leikari fyri ÍF varð  Filip Jovevic og dagsins leikari fyri Ternuna varð Elias Búason Jensen.

 

##med2##

 

##med3##