Í fjør avrættaði Iran 975 fólk sambært mannarættindafelsgsskapinum, Iran Human Rights (IHR).
Hetta er størsta tal av avrættingum í einum ári, síðan Iran Human Rights byrjaði sínar skrásetingar í 2008.
Talið av avrættingum í 2024 er 17 prosent hægri enn í 2023, tá 834 fólk vórðu avrættað í Iran.
Iran Human Rights, sum hevur støð í Noregi, umrøður vøksturin í avrættingum í Iran sum eina "ræðuliga gongd".
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í morgun.