Hildigarð Eliasen er ársins ítróttareldsál

Ársins Ítróttafagnaður er í Løkshøll í kvøld

Hildigarð Eliasen - kend sum bæði ÍF-mamman og ÍF-omman - er ársins ítróttareldsál.

 

Tað var gamla Kyndils-kempan og landsliðsleikarin í hondbólti, Niels "Natte" Nattestad, ið handaði Hildigarð Eliasen heiðurin í Løkshøll í Runavík.

 

Hildigarð sum hevur tikið nógv tøk fyri ÍF er upprunaliga úr Lamba.

 

Hildigarð slapp at klippa snórin, tá nýggja ÍF-húsið var tikið í brúk, og nú hevur hon fingið enn ein uppibornan heiður.

 

Hini bæði sum vóru innstillaði til hendan heiðurin vóru Súsanna Maria Hansen úr B36 og Marlon Kjærbo úr SuSvim.