Fjúrtandu ferð á rað hevur íslendska manslandsliðið í hondbólti vunnið seg í EM-endaspælið.
Hóast tvey umfør eru eftir at leika er longu greitt, at Ísland endar millum tvey tey ovastu liðini í EM-undankappingarbólki 3.
Í júst avgreiddu umførunum í EM-undankappingini vann Ísland greitt í tveimum dystum móti grikkum. Ísland vann á útivølli 34-25 (19-9), og á heimavølli í Laugardalshøllini í Reykjavík vunnu íslendingar 33-21 (16-9).
Ísland skal spæla úti móti Bosnia Hersegovina 7. mai, og teir enda á heimavølli móti Georgia 11. mai. Um íslendingar bert fáa eitt stig í hesum báðum dystunum hava teir vunnið bólkin. Við átta stigum aftaná fýra umfør enda teir í ringasta føri á einum øðrum plássi.