Íslendskir borgarstjórar fingu kunning um Fuglafjørð

- Umboð fyri Havsbrún, Pelgos og Framherja greiddu íslendsku gestunum frá sínum virksemi á havnalagnum í Fuglafirði.

Í gjár hevði Fuglafjarðar kommuna vitjan úr Íslandi.

 

Á Facebook-vanganum hjá kommununi verður sagt, at tað vóru ísneldnskir borgarstjórar sum vitjaðu kommununa.

Í Fuglafirði fingu íslendsku gestirnir eina rúgva at vita um Fuglafjørð og um føroyska vinnu annars.

 

Borgarstjórin, Dávur Juul, greiddi frá um kommununa, og umboð úr vinnuni í Fuglafirði høvdu framløgur.

 

Sambært Facebook-vanganum greiddu umboð fyri Havsbrún, Pelgos og Framherja íslendsku gestunum frá sínum virksemi á havnalagnum.