Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, hevur vissað fleiri av sínum evropisku starvsfeløgum um, at teir verða við í samráðingunum um at fáa enda á krígnum í Ukraina.
Tað boðaði uttanríkisráðharrin í Italia, Antonio Tajani, frá í kvøld, skrivar Reuters.
Rubio hevur havt telefonsamrøður við uttanríkisráðharrarnar í Italia, Fraklandi, Týsklandi og Bretlandi, umframt politiska leiðarin í Evropa, Kaja Kallas.
Hetta hendi, eftir at hann í dag hevði ein umstríddan fund við russiska uttanríkisráðharran, Sergej Lavrov.
- Orðini hjá Rubio vóru sera greið, sigur Tajani sambært Reuters.
- Evropa verður við í samráðingunum av eini heilt greiðari orsøk: Vit hava sett revsitiltøk í verk móti Russlandi, revsitiltøk, sum enn eru galdandi, og tað kunnu ongar samráðingar vera, um spurningurin um revsitiltøk ikki liggur á borðinum.
- Kring borðið skulu tey vera, sum hava tikið avgerð um tey og umsita tey, sigur italski ráðharrin.
Amerikanska uttanríkisráðið váttar stutt fyri klokkan 21 okkara tíð, at tey fýra stóru evropeisku londini og ES hava fingið kunning frá Rubio eftir fundin við Lavrov.
Evropisku londini óttast fyri at verða hildin uttan fyri týðandi samráðingarnar, sum kunnu hava stóra ávirkan á framtíðina hjá Ukraina.
Tað sama ger Ukraina sjálvt.
Fyrr í dag fanst ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, harðliga at fundinum millum USA og Russland.
Flokkarnir tosa “um Ukraina, men uttan Ukraina”, og gera tað “aftanfyri rygg okkara”, segði Zelenskyj.
/Ritzau/