Jákup fekk HB úr tronganum

At 07 Vestur síðsta hálva tíman var undirmannað vísti seg at fáa avgerandi týdning

HB er á veg úr Vágum við trimum stigum. Úrslitið ímóti 07 Vestur var 2-1 til HB. Harvið hevur HB fulla úrtøku eftir tvey umfør, og harvið hevur 07 Vestur framvegis einki stig vunnið.

 

Tá ið ein tími var farin, sá 07 Vestur miðverjin Dann Fróðason gula kortið fyri aðru ferð, og so var ostaskorpan á lofti fyri fyrstu ferð í ár.

 

At vágamenn í ein hálvan tíma vóru undirmannaðir vísti seg at vera ógvuliga kostnaðarmikið. Heimaliðið var frammanfyri 1-0, tá ið reyða kortið var á lofti.

 

Longu í fjórða minutti var tað nýggi álopsspælarin hjá 07 Vestur Silas Gaard, sum legði heimaliðið á odda.

 

Heimaleiðslan helt, inntil tað restaðu 20 minuttir. Tá hevði 07 Vestur verið undirmannað í 10 minuttir. Ein tími var farin, tá ið miðverjin Dann Fróðason sá gula kortið fyri aðru ferð. HB hevði eftir steðgin verið ágangandi, og trýstið ímóti heimamálinum øktist, tá ið heimaliðið var undirmannað.

 

Ein lítil tími var farin, tá ið Jákup L. Thomsen varð skiftur inn á HB liðið, og hann átti avgerandi leiklut. Jákup javnaði til 1-1, tá ið hann eftir innlegg úr høgru og umvegis handara stólpa stýrdi bóltin í málið. Mathias Voss átti uppleggið. Hann var ikki millum teir fyrstu ellivu. Hann varð skiftur inn fyri Ejvind R. Mouritsen, tá ið ein hálvur tími var farin.

 

Sigursmálið skoraði Jákup L. Thomsen seks minuttir undan leikloki. Uppleggið átti Ári Mohr Jónsson, sum var vongverji í vinstru.

 

Í triðja umfari fer HB leygardagin 30. mars at spæla á heimavølli ímóti FC Suðuroy, og tá fer 07 Vestur at spæla á útivølli ímóti Víkingi.