Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg høvdu sera torføran arbeiðssetning í kvøld.
Á heimavølli í Viborg tóku Jana og liðfelagarnir móti greiða oddaliðnum í bestu donsku hondbóltsdeildini, Odense.
Viborg avrikaði heiðurliga og tapti 32-35 fyri Odense. Odense var á odda 20-16 í steðginum, so Viborg vann seinna hálvleik 16-15.
Jana avrikaði aftur væl í kvøld. Hon skoraði seks mál og legði upp til trý mál, og var millum næstbestu málskjúttarnar hjá Viborg.
Viborg er fjórðfremst í deildini við 28 stigum.
Landsmálverjin, Rakul Wardum spældi tíverri næstan ongan leiklut, tá lið hennara, Ringkøbing á útivølli vann 28-24 (11-14) á Silkeborg-Voel.
Ringkøbing er nummar 10 í deildini við 12 stigum. Tvey stig eru upp til Silkeborg-Voel, ið er á áttanda plássinum í deildini.