J.D. Vance ávarar Zelenskyj um at finnast at Trump

Tað var Daily Mail, sum endurgav ávaringina hjá amerikanska varaforsetanum, eftir at ukrainski forsetin hevði sagt, at Donald Trump er í einari boblu av skeivum upplýsingum

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, sum hann verður róptur, ávarar nú ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj , um alment at finnast at Donald Trump, forseta.

 

Hetta ger varaforsetin, hóast Donald Trump hevur kallað Zelenskyj einaræðisharra og hevur sagt, at tað er Ukraina, sum hevur skyldina í, at Russland leyp á.

 

Tað var Daily Mail, sum endurgav ávaringina hjá amerikanska varaforsetanum, eftir at ukrainski forsetin hevði sagt, at Donald Trump er í einari boblu av skeivum upplýsingum.

 

Kríggið millum Russland og Ukraina byrjaði, tá Russland tók Krim-hálvoynna frá Ukraina í 2014, og hin 24. februar í 2022 leyp Russland eisini á Ukraina.

 

Eftir at hava kríggjast í Ukraina í trý ár, situr Russland í dag á umleið 20 prosentum av landinum, og her er talan um partar av teimum eystaru ukrainsku landslutunum, sum hava mark til Russlands.

 

Ukrainar hava stríðst manniiga móti russiska fíggindanum og hersetingarvaldinum, sum hevur nøkur hundraðtúsund herfólk inni í Ukraina.