JIMMY CARTER TIL MINNIS

"Why not your best?” Sum hetta hendingaríka ár rennur út, sigur heimurin farvæl við Jimmy Carter. Carter var 39. forsetin í USA, og hann var fyrsti forsetin har yviri, eg minnist.

Saman við Carter kveiktist spakuliga áhugin fyri útheiminum og altjóða politikki. Tað kendist spennandi at kunna tosa við og fáa eina fatan av, at vit hoyra til øll - eisini vit í hesum oyggjum - í einum stórum heimi. Summarið 1976, tá ið amerikanarar hildu 200 árið at Sambandsríkið varð stovnað, og heystið sama ár, Carter varð valdur forseti, høvdu vit feðgar verið uttanlands, í Danmark. Mín fyrsta uttanlandsferð. 4 ár seinni, heystið 1981, tá eri eg 15, nevndi, minnist eg, í Argja skúla, Kristian Poulsen, lærari í samtíðarkunning (ella hvat tað æt), at nú hevði Carter tapt móti einum Ronald Reagan.

 

Reagan komu vit at hoyra nógv meiri um. Og súsið av altjóða politikki kendist nær, tá ið týðandi fundur varð hildin í grannatjóð okkara fyri vestan heystið 1986. Asta, sum eg júst hevði fingið mín fyrsta koss frá, var mín sann saman við flokki sínum í Reykjavík um hetta mundið, tá ið heimshøvdingarnir Reagan og Gorbatjov hittust at tosa um niðurskurð av kjarnorkuvápnum og um heimsfrið. Hetta var stórpolitikkur á gáttini. Eri ikki einasti føroyingur, sum havi fingið hugskotið, at politisku myndugleikar okkara áttu at bjóðað Føroyar fram at vera karmur hjá stórveldum at halda somu kós í hesum enn spenningsfylta heim.

 

Øvugt Ronald Reagan, verður Jimmy Carter av forsetum USA roknaður av summum at vera ein viðfáningur, eitt klombur, eitt einki. Men tá ið av tornar, hvør hevur tá hálað í longsta stráið? Tað er spennandi at vita men ilt at siga.

 

Carter fekk harðar treytir sum forseti, siga søgufólk, fíggjarliga, sosialt og heimspolitiskt. Minnist, at eg hugsaði um hann, tá ið tað ikki eydnaðist honum at bjarga gíslumum í Tehran, sum hann ætlaði, og hvussu tað mundi kennast honum, tá ið Ronald Reagan vann forsetavalið so dyggiliga. Og so var tað í stjórnartíð Reagans, at gíslarnir komu heimaftur, allir í eyðkendum blálittum ulpum, og ikki í hansara tíð.

 

Men sum longst livandi fyrrverandi forseti USA nakrantíð hevði Carter meira at líta afturá enn flestir teirra. Frá at vera ókendur jarðyrkisbóndi í Georgia og til at hava røkt máttmiklasta embætið í heiminum er ikki so lítið. At standa fyri samráðingunum millum ísraelar og egyptar og fáa heiðurin fyri Camp David-avtaluni er eisini nakað. At havi móttikið Friðarheiðursløn Nobels verður ikki einumhvørjum lutað og hevur ikki verið nøkrum fyrrverandi amerikanskum forseta fyri. Og so at hava hildið á at arbeitt fyri sosialum rættvísi, sum hann lærdi frá ungum, og sum hann fór undir sum guvernørur, og framdi hann stórar ábøtur: at geva myrkum somu rættindi sum ljósum. Sosialt og politiskt var Carter sera virkin seinastu 30-40 árini. Hann stóð í friðarvarðveitandi virksemi í fleiri londum, m.a. í Norðurkorea og á Kuba, hann stríddist fyri at val fóru rætt fram um allan heim, eins og hann royndi at betra um heilsustøðuna hjá sjúkum og korini hjá fátækum, har hann kom.

 

Tað, sum hugtekur meg við Jimmi Carter, eru tey virði, tað arbeiðssemi og tað úthaldni hann hevði frá ungum til nú, hann legði árarnar inn.

 

Hóast nógv vóru um Carter í Hvítu húsunum og í amerikonsku fyrisitingini, var hann til tíðir einsamur, har alt myrknaði, men hann trúði, at ljósið vinnur á myrkrinum, at tað ónda vinnur á ónskapinum, og hann setti sína vón til hansara, sum øllum valdar. Sum hann kendi til svíðandi niðurløg, reistist hann altíð aftur og helt á við treysti at gera tað, hann skuldi, og royndi at liva samsvarandi teirri ábyrgd, hann hevði: um hann var guvernørur ella forseti, hermaður ella bóndi, í atomvápnadubbing ella í friðarørindum, um hann bygdi fátækum hús við sínum egnu hondum, ella hann blaðaði í Bíbliuni og lærdi gleðiboðskapin í lítlu baptistkirkju síni, sum hann gjørdi alt lívið.

 

Carter náddi stór mál, men hann setti sær støðugt nýggj mál, og hann spardi seg ikki.

 

Tá ið Carter sum ungur á hernaðarskúlanum var vitandi um, at hann kundi havt verið betri og gjørdist nr. F3, varð hann av leiðsluni spurdur: “Why not your best?”

 

Hetta fylgdi honum: Hví ikki gera mítt besta?

 

Tað, eg skilji viðv. Jimmi Carter er, at hann vildi gera sítt besta, tað rætta og tað góða.

 

Um nógv var funnist at Carter, meðan hann var forseti, er virðingin tók økt fyri hansara forsætistíð, men eitt tykjast flestu ummælarar á einum máli um: Eingin hevur verið betri fyrrverrandi forseti enn hann.

 

Ærað veri minnið um Jimmy Carter.