Jóhannes Bjørgvin og liðfelagarnir í Stjörnuni spældu í kvøld dyst á heimavølli móti Fjölnir.
Stjarnan vann ein greiðan 33-25 sigur. Heimaliðið var frammanfyri 15-8 í steðginum.
Jóhannes avrikaði væl og var við sjey málum næstbesti málskjúttin hjá Stjörnuni.
Stjarnan er nummar seks í deildini við 16 stigum fyri 16 dystir, og liggur sostatt á einum endaspælsplássi.
Átta tey fremstu liðini aftaná lokið grundspæl vinna seg í endaspælið.