Kanning: Trump hevur lægstu undirtøku síðani januar

Í einari veljarakanning vísa 42 prosent av teimum spurdu í USA stuðul til avrikið hjá Trump sum forseti.

Tveir triðingar av teimum spurdu í kanningini siga seg halda, at Trump ikki skal stilla upp til triðja valskeiðið. Fyrsta valskeið hansara var frá 2017 til 2021. (Arkivmynd). - Mynd: Leah Millis

Lutfallið av amerikanarum, sum halda, at amerikanski forsetin, Donald Trump, ger eitt gott arbeiði, er fallið.

Undirtøkan er sostatt í lægsta støði, síðani hann tók við sum forseti í januar.

Tað vísir ein meiningakanning, sum granskingarstovnurin Ipsos hevur gjørt fyri tíðindastovuna Reuters.

Umleið 42 prosent av teimum, sum eru spurd her, vísa stuðul til avrikið hjá Trump sum forseti.

Í veljarakanning, sum varð gjørd tríggjar vikur frammanundan, var talið 43 prosent.

Í tímunum eftir at Trump varð settur sum forseti 20. januar stuðlaðu 47 prosent republikanska forsetanum.

Kanningin vísir sokallaða "approval rating" - tann partin av einum fólkatali, sum vísir stuðul til onkran ella okkurt.

Hon hevur 4306 svarandi og varð gjørd yvir eitt tíðarskeið uppá tríggjar vikur. Tað hevur ein feilmarginal uppá umleið tvey prosentstig.

Hóast minking hevur verið í undirtøkuni fyri Trump, so er hansara sokallaða góðkenningarmeting hægri enn tann hjá demokratiska forsetanum, Joe Biden, var meginpartin av hansara embætistíð, skrivar Reuters.

Tveir triðingar av teimum spurdu siga seg halda, at Trump ikki skal stilla upp til triðja valskeiðið. Hansara fyrsta valskeið var frá 2017 til 2021.

Eisini er ein meiriluti millum einar republikanskar svarandi ímóti hugskotinum um eitt triðja valskeið fyri Trump. Her svara 53 prosent, at tað ikki er ein møguleiki, sum Trump skal røkja.

Trump hevur áður sagt, at hann ynskir eitt triðja valskeið, hóast amerikanska grundlógin avmarkar ein forseta til bert at verða valdur í tvey valskeið.

Síðani Trump tók við í januar, hevur hann skrivað undir eina rúgvu av fyriskipanum, har hann serliga hevur miðsavnað sítt uppmerksemi og vald á ríkisstovnar og fleiri privatar stovnar. Harímillum landsins universitet og advokatvirkir.

Sambært Reuters kann seinasta veljarakanningin tulkast sum at vísa á, at fleiri amerikanarar eru ósamdir um herdu krøvini hjá Trump til universitetini.

Millum annað hevur hann ákært fleiri universitet fyri at loyva jødahaturspropaganda.

57 prosent - harav ein triðingur eru republikanarar - siga í kanningini, at tey eru ósamd um, at "tað er í lagi hjá einum amerikanskum forseta at halda aftur fígging til universitet, um forsetin ikki er samdur í, hvussu universitetið verður rikið."

Í veljarakanningini siga 83 prosent av teimum spurdu eisini, at Trump, sum forseti, hevur skyldu til at fylgja avgerðum frá samveldisdómstólunum - sjálvt um hann ikki vil tað.

Ritzau/Reuters

Tveir triðingar av teimum spurdu í kanningini siga seg halda, at Trump ikki skal stilla upp til triðja valskeiðið. Fyrsta valskeið hansara var frá 2017 til 2021. (Arkivmynd). - Mynd: Leah Millis