Í Týsklandi gjørdu politisku flokkarnir í gjár eina seinastu roynd at vinna á veljarum, sum enn ikki hava tikið støðu. Hetta hendi undan týska valinum til Samveldistingið í dag.
Mikudagin vísti ein kanning hjá YouGov, at 20 prosent av veljarunum framvegis ikki høvdu avgjørt, hvørjum tey skulu lýsa sín stuðul til í dag.
Hetta merkir, at tað kunnu bæði týskarar og umheimurin kunnu takast á bóli, tá úrslitið verður greitt í kvøld eftir valið í størsta búskapinum í Evropa.
Fleiri meiningakanningar hava støðugt víst á, at Friedrich Merz, leiðari í konservativu kristnu demokratunum CDU, er favorittur at gerast nýggjur samveldiskanslari.
Og seint í gjár helt tann metingin fram. Saman við CSU, sum er bayerski systurflokkurin hjá CDU, skal CDU fáa 29,5 prosent av atkvøðunum, vísti nýggjasta veljarakanningin frá granskingarstovninum INSA í gjárkvøldið.
Hóast Merz er favorittur at yvirtaka avgerandi sessin frá Olaf Scholz, so fer hann helst at hava brúk fyri stuðli frá minst einum øðrum flokki, um hann skal fáa meiriluta í Samveldistinginum.
Kanningin hjá INSA, sum varð gjørd fyri týska miðilin Bild, vísir eisini, at høgravenda Alternative für Deutschland (AfD) er sett at fáa 21 prosent av atkvøðunum, Javnaðarflokkurin (SPD) eru á 15 prosentum, og tey grønu eru á 12,5 prosentum.
Javnaðarkanslarin Olaf Scholz "trýr ikki uppá undur", men hann er vísur í, at hann kann tryggja sær ein valsigur.
Tað segði hann í gjár í býnum Potsdam uttan fyri Berlin.
- Eg eri sannførdur um, at nógv fólk fara at taka avgerðina á valstaðnum hesaferð, sigur Scholz.
Hann legði afturat, at sambært honum fara veljararnir at stuðla SPD "soleiðis at stjórnin kann halda fram undir mínari leiðslu".
Seinnapartin leygardagin markeraðu CDU og CSU seinasta partin av valstríðnum í München, høvuðsstaðnum í Bayern.
Her lovaði Fredrich Merz, at Scholz-stjórnin verður "fortíð" eftir valið.
Hann takkaði eisini CSU-leiðaranum Markus Söder fyri fleiri ár við "góðum samstarvi" og fyri "hjartaliga móttøku í Bayern".
Týskland hevur 84,5 milliónir íbúgvar. 59,2 milliónir yvir 18 kunnu atkvøða.
/Ritzau/