Við korksólum og breiðum spennum eru Birkenstock sandalir vælumtóktur fótbúni um summarið.
Men tær kunnu ikki bólkast sum list.
Hægsti rættur í Týsklandi fyri borgarlig mál kom til hesa niðurstøðu í dómi hósdagin, skrivar týska tíðindastovan dpa.
Felagið handan Birkenstock hevði roynt at fingið skógvarnar flokkaðar sum list. Á henda hátt skuldi sterk upphavsrættarvernd verið fingin og harvið betur før fyri at steðga kappingarneytum í at selja líknandi vørur.
Sambært tíðindastovuni AFP er hetta serliga galdandi fyri tríggjar handlar: Týska Tchibo og shoe.com, umframt danska Bestseller.
Birkenstock vil hava handilsfólk at taka sínar vørur burtur og oyðileggja tær.
Men samveldissdómstólurin í Karlsruhe segði hósdagin, at Birkenstock ikki vísir neyðuga støðið av listarligum avriki og visjón í sniðgevingini av fótbúnanum, sum annars krevst fyri at flokka seg sum eitt lógarvart listaverk.
##med3##
Ein "reint tøknilig skapan við formligum sniðgevingarelementum" er ikki nóg mikið, viðmerkir rætturin, sambært tíðindastovuni AP.
Ein vøra kann ikki fáa upphavsrættarverju, um "tøknilig krøv, reglugerðir ella aðrar avmarkingar avgera sniðið", stendur í úrskurðinum, sambært AP.
Hjá Birkenstock halda tey tó, at málið er sakligt.
##med2##
- Vit vilja tryggja, at eftirlíkarar ikki longur kunnu vinna pening av okkara merki, sigur talsmaðurin hjá fyritøkuni, Jochen Gutzy, sambært AFP.
Birkenstock varð stovnað í Týsklandi í 1774. Tey framleiða eisini skógvar og tuflur, men tey eru best kend fyri opnu sandalina, sum kemur í fleiri sløgum.
Sandalirnar hava verið væl umtóktar kring allan heimin seinastu árini eftir at hava verið mettar at vera eitt behageligt, men ikki í øllum eygum elegant, val av fótbúnaði.
/Ritzau/
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##