Kappingarneytin hjá Silju í Vali hevur longt til 2028

Besti málverjin í íslendsku hondbóltsdeildini, Hafdís Renötudóttir tekur minst trý ár aftrat

Føroyski málverjin hjá Vali í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, Silja A. Müller fær framvegis harða kapping komandi kappingarárini.

 

Dugnaligi íslendski landsliðsmálverjin, Hafdís Renötudóttir hevur longt sáttmálan við Val fram til summarið í 2028.

 

Hafdís Renötudóttir verjir málið hjá Vali størsta partin av tíðini, men tað eru onkuntíð boð eftir Silju A. Müller.

 

Valur er greitt oddalið í bestu íslendsku deildini við 28 stigum fyri 15 dystir. Í kvøld klokkan 18 tekur Valur móti ÍR í heimadysti í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík.,

 

##med2##

 

 

 

Hafdís Renötudóttir og Silja A. Müller kappast um at verja málið hjá Vali (Mynd: Vísir)