Keypmannahavn tók fjórða plássið frá Viborg

Tvey føroyingalið eru millum fimm tey fremstu liðini í bestu donsku kvinnudeildini í hondbólti

Landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn spældu í dag dyst á útivølli móti Silkeborg-Voel í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist Keypmannahavn at vinna dystin 33-31. Í steðginum var Keypmannahavn á odda 20-14.

 

Pernille skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál.

 

Við sigrinum tók Keypmannahavn fyribils fjórða plássið frá Janu Mittún og liðfeløgunum í Viborg.

 

Keypmannahavn og Viborg hava bæði 12 stig, men Keypmannahavn hevur betri málmun.

 

Í annaðkvøld klokkan 19 taka Annika F. Petersen, Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í EH Aalborg móti Aarhus á heimavølli.

 

13., 14. og 15. november spæla okkara megnar kvinnur seinastu dystirnar við sínum liðum í bestu donsku hondbóltsdeildini í hesum árinum. Eftir tað fara tær at hugsavna seg um tveir dystir móti svenska ligalandsliðnum, og síðani søguliga EM-endaspælið, har tær møta Sveis, Kroatia og Danmark.

 

Kappingin í bestu donsku deildini byrjar aftur 2. januar.