Keypmannahavn vann seg upp á fjórða plássið

Keypmannahavn vann á Nykøbing Falster á heimavølli

Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn hava vunnið seg upp á fjórða plássið í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Undan dystinum í Frederiksberg Opvisning høllini millum Keypmannahavn og Nykøbing Falster var útiliðið fjórðfremst í deildini, og heimaliðið var nummar fimm.

 

Aftaná 34-29 (15-13) heimasigurin er Keypmannahavn nú fjórðfremst í deildini, og Nykøbing Falster datt fyribils niður á fimta plássið.

 

Landsliðsliðskiparin skoraði fýra mál upp á fimm málroyndir. 

 

Komandi týsdag klokkan 17.30 spælir Keypmannahavn dyst á útivølli móti greiða oddaliðnum, Odense. Seinasti dysturin í grundspælinum verður leiktur á heimavølli komandi leygardag. Tá koma Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing á vitjan. Eydnaðist tað Keypmannahavn at halda fjórða plássinum fáa tær eitt stig við sær í ovara bólkaspælið. Nummar eitt og tvey fáa tvey stig við sær, og nummar trý og fýra fáa eitt stig við sær í bólkaspælið. Liðini sum enda millum nummar fimm og átta fáa einki stig við sær í bólkaspælið.