Kina yvirhálar Japan sum heimsins størsti bilaútflytari

Kina hevur havt stóra framgongd í bilaútflutninginum seinastu árini, og í fyrsta fjórðingsári í 2023 kom enn meira ferð á.

 

Kina var heimsins størsti bilaútflytari mátað í tali av bilum í fyrsta fjórðingsári 2023 sambært almennum kinesiskum tølum.

Tað skrivar BBC í dag.

Við 1,07 milliónum útfluttum akførum kundi Kina boða frá framgongd í bilaútflutninginum upp á 58 prosent samanborið við sama ársfjórðing í fjør.

Framgongdin var nóg mikið til at yvirhála Japan, sum útflutti 954.000 akfør ársins fyrstu tríggjar mánaðir, skrivar bretski miðilin.

Í fjør yvirhálaði Kina eisini Týskland mált í tali av útfluttum bilum, skrivar BBC.

Millum bilasløgini, sum hava havt so stóra framgongd í útflutningi eru tey sokallaðu New Energy Vehicles (bilar við nýggjum orkusløgum, red.). Tað er ein klassifikatión, sum Kina nýtir. Hon fevnir eisini um elbilar.

Millum størstu elbilaútflytarar úr Kina er tann kinesiski parturin av Tesla, framleiðarin SAIC og BYD, sum staturin eigur.

Størstu marknaðir fyri kinesiska bilaútflutningin eru lond í Asia og Evropa.

Í eini grein fyrr í ár í fíggjarmiðlinum Bloomberg, skrivar miðilin, at Kina »stillisliga er við at fáa valdið á heimsins bilamarknaði«.

Sambært miðlinum er talið av útfluttum bilum úr Kina trífaldað frá 2020 og fram til 2022. Tilsamans vóru útfluttir 2,5 milliónir bilar í 2022.

Um hugt verður eftir virðinum á bilaútflutninginum, hevur Kina tó vanliga haltað aftan fyri onnur lond. Sambært dátusíðuni OEC vóru Japan og Týskland munandi framman fyri Kina á tí økinum í 2021.

/ritzau/