Kjartan tykist vera komin fyri seg

Kjartan Johansen var millum næstbestu málskjúttarnar hjá Bækkelaget, ið vann á Nærbø

Kjartan Johansen tykist vera komin seg aftaná drúgvu skaðafráveruna.

 

Í kvøld skoraði Kjartan fýra mál, og var millum næstbestu málskjúttarnar hjá Bækkelaget, ið vann 37-33 á Nærbø í dysti í bestu norsku hondbóltsdeildini. Haraftrat legði Kjartan upp til trý mál.

 

Hetta eru eisini góð tíðindi fyri landsliðsvenjaran, ið skjótt fer at taka hópin út til EM-undankappingardystirnar móti Ukraina og Eysturríki, ið vera leiktir 26. og 30. apríl.

 

Tíverri røkkur Bækkelaget ikki endaspælinum hesaferð, men má spæla dystir fyri at sleppa undan niðurflyting til næstbestu deildina.

 

Bækkelaget er triðaftast í deildini við 16 stigum. 

 

Sunnudagin spælir Bækkelaget seinasta dystin í grundspælinum. Hann verður á útivølli móti Halden.