Kjartan var millum toppskjúttarnar hjá Lemvig Thyborøn

Lemvig Thyborøn mátti lúta fyri liði úr bestu donsku hondbóltsdeildini í steypakappingini

Seinnapartin spældi landsliðsleikarin, Kjartan Johansen sín fyrsta kappingardyst fyri Lemvig Thyborøn, ið flutti úr bestu donsku hondbóltsdeildini niður í næstbestu deildina farna kappingarár.

 

Í Jysk Energi høllini í Lemvig tók Lemvig Thyborøn móti Skjern úr bestu deildini í áttandapartsfinaluni í steypakappingini.

 

Skjern vann dystin 32-27. Í steðginum var Skjern bert á odda við einum máli, 15-14. 

 

Kjartan var saman við Emil Jensen og Fredrik Clementsen toppskjútti hjá Lemvig Thyborøn við fýra málum. Harumframt legði Kjartan upp til tvey mál í dystinum.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18.30 taka Kjartan og liðfelagarnir móti liðnum hjá Peter Krogh og Teis Horn Rasmussen, HC Aarhus á heimavølli í fyrsta dystinum í næstbestu deildini hetta kappingarárið.