Tað er ógvuliga gott lag í NSÍ ferðalagnum, sum í løtuni riggar til at fara úr Sarpugerði og umvegis Gøtueið og út aftur í Heiðarnar.
NSÍ hevur eftir søtan sigur í Gøtu fulla úrtøku. Úrslitið var 3-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0.
Úrslitið ber boð um, at meistararnir í Víkingi als ikki eru í somu útgávu, sum teir vóru í fjør, tá ið teir í stórum stíli vunnu FM heitið. Og úrslitið ber boð um, at NSÍ av álvara eigur at verða roknað millum tey, sum fara at kappast um FM og heiðursmerkini.
Saman við KÍ og HB hevur NSÍ eftir tvey umfør fulla úrtøku.
Víkingur spældi seg til fleiri góðar málmøguleikar í fyrra hálvleiki, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið aftanfyri Kristian Joensen í NSÍ málinum.
Tíggju minuttir undan steðginum kom tað mest sum ketta burturúr høvdatrogi, tá ið NSÍ legði seg á odda. Miðvallargeneralurin Brandur Hendriksson Olsen átti uppleggið, og tað var væl upplagdi Jasper Van Der Heyden, sum við fínum skoti setti bóltin í málið.
Eftir steðgin hevði NSÍ takið á spælinum, og miðskeiðis í seinna hálvleiki legði NSÍ seg av álvara á sigurskós. Tað var Jasper Van Der Heyden, sum átti innleggið úr høgru, og tað var Klæmint A. Olsen, sum stutt úr málinum og við høvdinum setti bóltin í málið.
So royndi heimaliðið at spenna álopsbogan, og tað vóru fleiri støður, uttan at tað eydnaðist at skora. Heldur var tað NSÍ, sum í 90. minutti økti um munin til 3-0. Petur Knudsen sneiddi seg leysan inn úr vinstru. Bárður á Reynatrøð í heimamálinum hálvbjargaði, og so var Steffan A. Løkin við sínum góða máltevi, sum setti bóltin í málið.
Í 91. minutti varð Michal Przybylski skiftur inn fyri fyrstu ferð síðani í summar. Hann flutti í vetur úr B36 og til NSÍ. Michal var bara ein minutt á vøllinum. So sá hann beinleiðis reytt kort fyri ógvusliga takling.
Í triðja umfari fer NSÍ at spæla á heimavølli ímóti grannunum í B68, og Víkingur fer at royna eftir ársins fyrsta sigri, tá ið 07 Vestur verður gestur í Sarpugerði.