Tá løgreglan um hálvgumtíggju tíðina gjáramorgunin kannaði ferðsluna við tunnilsmunnan í Kollafirði fekk ein lastbilaførari klipp í koyrikortið, tí hann koyrdi 89 km um tíman. Ein annar bilførari fekk eisini klipp í koyrikortið, men tað var fyri at koyra um sperrulinju á vegnum.
Løgreglan fekk gjáramorgunin eina fráboðan um ein bilførara, sum fólk hildu vera ávirkaðan. Hetta var við eitt handilshøli í Havn. Løgreglan fór á staðið og kannað mannin. Rætt var, hann var ávirkaður av rúsdrekka og verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Løgreglan gjørdi eisini eitt átak í Havnargøtu í Havn, sum er gøtan fram við Kongabrúnni og út ímóti Skansanum. Har vórðu ikki færri enn 80 bilar steðgaðir. 7 mál vórðu skrivað. 2 mál fyri ferð, eitt fyri at koyra ímóti ferðslurætningi. Tað var ein bilførari, sum snaraði oman um Essaba og oman eftir Áarvegnum. Ein bilførari hevði leyst barn í bilinum, ein hevði lyktafeil og ein hevði slitin dekk.
Eitt ferðsluóhapp var á vegamótinum Marknagilsgvegur/Landavegur, har ein bilførari varð skuldsettur fyri ikki at halda víkiskylduna. Har var eingin fólkaskaði og lítil materiellur skaði, sigur vakthavandi á politistøðini í morgun.